Innbjóðing og startlisti til FM/JM 2015

FøroyaMeistarstevnan og JuniorMeistarastevnan 2015 verður nú hósdagin til leygardagin 14. - 16. mai, í Svimjihøllini í Gundadali. Viðfesta innbjóðing varð send feløgunum miðskeiðis í apríl mánaða, og nú er tilmeldingarnar so komnar inn, soleiðis at startlistarnir eisini kunnu viðfestast her og síggjast á livetiming.se.

Tíðarætlan fyri FM/JM 2015

Hósdag 14. mai

  • Frá kl 09:30 - JM og innleiðandi riðlar til FM
  • Kl 17:00 - 19:00 - FM finalur

Fríggjadag 15. mai

  • Frá kl 09:30 - JM og innleiðandi riðlar til FM
  • Kl 17:00 - 19:00 - FM finalur

Leygardag 16. mai

  • Frá kl 09:30 - JM og innleiðandi riðlar til FM
  • Kl 17:00 - 19:00 - FM finalur

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá FM finalunum, allar tríggjar dagar.

Til ber eisini at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.se

FM/JM 2015 er síðsti kjansur at tryggja sær pláss til HeimsMeistarastevnuna í Kazan og til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Jönköping í summar.

ViðfestiStødd
fm2015-innbjoding.pdf365.79 KB
fm2015-startlisti.html237.84 KB

Viðmerkingar

Mynd: Gemini

FO met.

Kundi tit ikki hava klára at havt uppdatera metlistan, bæði fyri Junior og Senior. Tað er for vánaligt.