Vár setti juniormet í 800 frí á Portugal Open 2015

Eg havi ikki hugt nógv væl at úrslitunum frá Portugal Open í gjár, tí avrikið 9:23.40 hjá Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag var ikki bara persónligt met hjá henni, men eisini nýtt føroyskt juniormet.

Untitled

Og tað er avbera væl svomið, síðani tað nú farna juniormetið á 9:23.65 var frá tá ið Sára Ryggshamar Nysted vann gull á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, fyrr í juli.

Vár og Sára skulu báðar royna seg á HeimMeistarastevnuni fyri Juniorar, seinni í august mánaða. Tá er hetta metið mest sannlíkt upp á spæl aftur. Og tá eri eg vónandi heima aftur til at fylgja betri við ;-)

Viðmerkingar

Mynd: Treshold

Tú skal sleppa at royna um aftur :-)

9:18,65 frá HM 2007
Ein dama ið eitur Mona Simonsen.
Ja altso um tykur ikki hava koldømt hana nú, 8 ár seinni.

Mynd: rokur

Huff

Nú hevði eg enntá sligið tað upp og alt.

Og eg haldi at eg havi funnið feilin í metlistanum hjá mær. Eg má ansa eftir at skriva kolon millum minuttir og sekund, í staðin fyri punktum, tí punktum verða sorterað sum betri enn kolon :-/