Sára 1:06.58 og juniormet í 100 firvald

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á Reykjavík International Games 2016 svam teinin uppá 1:06.58.

Screen Shot 2016-01-23 at 12.17.06

Poula Øssursdóttir Mohr átti juniormetið á 1:09.23, frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í 2010. Poula eigur enn føroyska metið, sum er 1:04.58 frá HM í Barcelona í 2013.

Sí úrslitalistan her