Úrslit og hagtøl frá FM á stuttgeil 2016

Her er ein í so seinkað uppgerð frá FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2016, sum var í Svimjihøllini í Gundadali hin 5. til 7. mai 2016. Saman um tikið vann Ægir flest heiðursmerki av øllum feløgum, har serliga Alvi Hjelm heintaði heiðursmerki heim til Klaksvíkar. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag stóð fyri besta úrslit á hesum FM, tá ið hann í 1500 frí við tíðini 15:20.32 svam seg til 788 FINA stig.

fm2016s

Heiðursmerkjabýti millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa
Ægir 17 12 9
SuSvim 14 6 17
HS 11 24 15
FLOT 1
FS
Reysti
Tilsamans 42 42 42

Heiðursmerkjabýti millum svimjarar

Navn (føðiár), felag Gull Silvur Bronsa
Alvi Hjelm (1996), Ægir 6 3
Óli Mortensen (1996), HS 6 1 2
Sára R. Nysted (2001), SuSvim 5 3 1
Signhild Joensen (2000), Ægir 4 2 1
Róland Toftum (1998), SuSvim 4 1
Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir 3 1 1
Susvim Harrar (1996), SuSvim 3
Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim 2 2 1
Vár Eidesgaard (2001), HS 2 1 3
Astrið Foldarskarð (1994), HS 2 1
Jonna Thomsen (1996), Ægir 2 1
Ægir Gellurnar (1999), Ægir 2 1
Hs1 Havnar (1994), HS 1 5
Marius Ihlen Gardshodn (1998), HS 5 2
Beinta Poulsdóttir Debes (1997), HS 5
Niels Nattestad (1998), HS 3 3
Rókur Trygvason (2000), Ægir 3 1
Barbara Debes (2000), Ægir 1 1
Susanna Tummasardóttir (2001), HS 1 1
Emma Nyström (1996), HS 1
Maria Antoft (2000), HS 1
Hugin Næs Lave (2001), SuSvim 5
Jana Thomsen (2000), Ægir 3
Rói Bech (2001), SuSvim 3
Susvim Gentur (1999), SuSvim 3
Alisa Vestergård (2003), SuSvim 2
Karin Midjord (2001), HS 2
Ægir Sjeikarnir (1996), Ægir 2
Lív Eidesgaard (1999), HS 1
Eyðrið Mortensen (2003), HS 1
Húni Vestergaard (1999), SuSvim 1
Sólrun Kjærbo (1999), SuSvim 1
Flot (1999), FLOT 1
Tilsamans 42 42 42

3 føroysk met

Ægir kvinnur settu við 3:55.60 føroyskt met í 4x100 frí
Óli Mortensen (HS) setti við 2:02.61 føroyskt met í 200 firvald
HS kvinnur settu við 1:46.94 føroyskt met í 4x50 frí

3 føroysk juniormet

Sára R. Nysted (SuSvim) setti við 2:24.04 juniormet í 200 firvald
Vár E. Eidesgaard (HS) setti við 17:26.75 juniormet í 1500 frí
Ægir gentur settu við 1:49.29 juniormet í 4x50 frí

Besta úrslit á FM á stuttgeil 2016

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag svam seg við 15:20.32 til 788 FINA stig í 1500 frí

Gullnálir

Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag fekk handað gullnál fyri á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2016 at hava svomið seg til 15:35.23 og silvurheiðursmerki í 1500 frí. Gullnálatíðin er 15:44.12.

Signhild Joensen úr Ægir fekk handað gullnál fyri í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2016 at hava svomið seg til 1:04.54 í 100 rygg. Hon luttók í finaluni eisini, á Danish Open 2016, men varð har kolldømd. Gullnálatíðin er júst 1:04.54.

Ársins stjørnuskot

Ársins stjørnuskot vórðu kosin at vera Signhild Joensen og Rókur Trygvason úr Ægir

Ársins svimjarar

Ársins svimjarar vórðu kosin at vera Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir

Tey sum valdu ársins stjørnuskot og svimjarar, vóru í hesum føri ein venjari og ein liðleiðari frá hvørjum felag, umframt eitt umboð fyri føroysku miðlarnar.

Hagtøl

Tilsamans luttóku 67 svimjarar úr 6 feløgum á hesi stevnu, og svumu tey seg til tilsamans 657 úrslit.

Keldur

Úrslitalistar og hagtalsfílur eru viðfestar. Hartil kunnu øll úrslitini síggjast her á livetiming.se, og her á SwimRankings.

Úrslitalisti (html): fm2016s-urslit
Úrslitalisti (txt): fm2016s-urslit
Heiðursmerki (html): fm2016s-heidursmerki
Hagtalsfíla (RE): RE160505

Sjónvarping

Finalurnar kunnu síggjast her á kvf.fo:

Hóskvøld
Fríggjakvøld
Leygarkvøld

Hartil var ein eyka samandráttur í 3-2, mánakvøldið 5. mai 2016

ViðfestiStødd
fm2016s-urslit.txt189.23 KB
fm2016s-urslit.html1.22 MB
fm2016s-heidursmerki.html6.11 KB
RE160505.txt67.09 KB
Results_Tórshavn_2016-05-05-2.lef235.14 KB