isf.fo

Bjóða út innihald
Dagført: 1 vika 1 dagur síðani

Ítróttaravtalan dagførd

Mik, 25/05/2016 - 15:36

 

Sambært pkt. 4 í Ítróttaravtaluni frá 23. juni 2010 skulu lønarupphæddirnar regulerast 1. mai, so tær fylgja lønargongdini í sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Sambært nýggjasta lønarsáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, galdandi frá 1. mai 2016, er grundlønin ásett til kr. 123,09 um tíman.

Frá 1. mai 2016 eru tí fylgjandi upphæddir galdandi:

Minstakravið til inntøkuna frá ítróttarfelagnum er: løn pr. mðr. kr. 10.753,14 , ella pr. viku kr. 2.560,27

Mest loyvda inntøka fyri hjávinnustarvi er íalt: løn pr. mðr. kr. 9.925,98 , ella pr. viku: 2.363,33

Dagførdu satsirnir eru galdandi fyri allar setanarsáttmálar, ið eru undirskrivaðir eftir at henda kunning er fráboðað á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni.

Fyri longu givin ítróttarloyvir, eru tær upphæddir framvegis galdandi, sum givna loyvið var grundað á.

Starvsnevndin í ÍSF skipað seg

Týs, 24/05/2016 - 12:13

Nýggja starvsnevndin í ÍSF hevði sín fyrsta nevndarfund í gjár. Hetta var ein góður og positivur fundur. Nógv umráðandi mál og avbjóðingar standa fyri framman og fer starvsnevndin til verka við áræði.

Starvsnevndin skipaði seg við Jon Hestoy sum varaforseta. Elin Heðinsdóttir Joensen var vald sum forseti á aðalfundinum hjá ÍSF tann 20 Mai.

Starvsnevndin er nú manna við Elini Heðinsdóttir Joensen sum forseta, Jon Hestoy sum varaforseta og John Kjær, Sigurd Rasmusssen og Schandorff Vang eru nevndarlimir.

Nýggj nevnd í ÍSF

Ley, 21/05/2016 - 12:01

Ítróttasamband Føroya hevði aðalfund í gjár 20. mai 2016

Nýggjur forseti og nýggj nevnd skuldu veljast. Hesi blivu vald:

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti

Jon Hestoy, John Kjær, Schandorff Vang og Sigurd Rasmussen, nevndarlimir

Nevndin skipar seg, á fyrst komandi fundi.

Evnisfundurin við útlendingastovuni avlýstur

Hós, 19/05/2016 - 11:44

Evnisfundurin, sum skuldi vera í ÍSF-húsinum í kvøld 19 mai 2016 kl. 18-19, er avlýstur vegna sjúku.

Dopingroyndir tiknar

Týs, 10/05/2016 - 09:29

Síðani 2002 hevur Ítróttasamband Føroya samstarvað við Anti Doping Danmark (ADD) um antidoping arbeiðið í Føroyum. ADD er partur av heimsfelagsskapinum WADA, World Anti Doping Agency.

Í 2015 dagførdi WADA sína reglugerð, og merkti hetta, at bæði danska og føroyska reglugerðin eisini skuldu dagførast. Tann 1. januar í ár kom hendan nýggja dopingreglugerðin í gildi í Føroyum.

11. april 2016 undirskrivaðu Ítróttasamband Føroya og Andi Doping Danmark nýggja samstarvsavtalu.

Síðani nýggja samstarvsavtalan varð undirskrivað og nýggj reglugerð komin í gildi, eru 14 dopingroyndir tiknar í Føroyum og eydnaðist hetta væl.

“Udlændingestyrelsen” á vitjan

Hós, 28/04/2016 - 11:36

 

Hósdagin tann 19 mai kemur danska útlendingastovan á vitjan. Í hesum sambandi skipar ÍSF fyri einum evnisfundi í ÍSF húsinum hóskvøldið tann 19 mai frá kl 18:00 til 19:00.

 

Endamálið við vitjanini er m.a. at fáa útlendingamyndugleikan nærri at brúkaranum, soleiðis at ymiskar misskiljingar og møguligir fordómar kunnu fáast av vegnum. Ein slík vitjan gevur góðan møguliga at vita, um væntanarsamsvar er ímillum partarnar, útlendingamyndugleikan og ítróttina. Á fundinum verður eisini yvirskipað greitt frá, hvussu útlendingamál verða viðgjørd.

 

Heilsan til Petur Elias Petersen frá Formanninum í IIGA

Hós, 28/04/2016 - 11:27

 

 

Tack för allt jobb Petur Elias

 

Jag vill på International Island Games Associations vägnar tacka Petur Elias Peterson för det jobb han gjort som ordförande för Färöarnas Idrottsförbund. NatWest Island Games är resultatet av många goda krafters gemensamma ansträngningar. I det arbetet har Petur Elias varit entusiastisk och viktig. Han har lett sitt Färöarna med fast hand och gott humör och hans bidrag till den internationella familjen är många och bestående.

Med anledning av att Petur Elias Petersoen nu bestämt sig för att lämna sin post som ordförande för Färöarnas Idrottsförbund vill jag tacka för den tid som varit och önska honom lycka till i framtiden.

 

International Island Games Association

 

Jörgen Pettersson

Ordförande

Krista Mørkøre til PL

Hós, 21/04/2016 - 10:31

Krista Mørkøre hevur fingið boð um at hon hevur vunnið sær pláss á Paralympisku leikunum í Rio 7-18 sept. 2016

Ítróttasamband Føroya ynskir Kristu Mørkøre hjartaliga til lukku við lutøkuni í paraolympisku leikunum 2016

Aðalfundur í ÍSF

Týs, 19/04/2016 - 12:18

 

Vísandi til grein 9 í Evstulóg fyri Ítróttasamband Føroya, verður við hesum lýst til aðalfundar í Ítróttasambandi Føroya 20. mai 2016 kl. 18.00 á Hotel Hafnia.

 

ÍSF-húsið, 19. apríl 2016

Starvsnevndin

Pál Vitalis Joensen til OL

Mán, 18/04/2016 - 09:01

Pál Vitalis Joensen hevur nú tryggjað sær luttøku í 1.500 metrinum í OL leikunum í Rio de Janeiro í summar. Hann kom á mál sum nummar 1 við tíðini 15:04.13

Kravið fyri at tryggja sær luttøku í OL var, at hann kláraði kravtíðina, sum er 15:07.53. Umframt at hann var millum tveir teir bestu.

Ítróttasamband Føroya ynskir Páli Vitalis Joensen hjartaliga til lukku við OL lutøkuni

Petur Elias Petersen lagt frá sær sum forseti í Ítróttasambandi Føroya

Mik, 13/04/2016 - 04:32

Av persónligum ávum hevur Petur Elias Petersen, tikið seg úr starvinum sum forseti fyri Ítróttasamband Føroya.

Hann hevur verið forseti í Ítróttasambandi Føroya síðani á vári í 2010. Hann varð valdur í Starvsnevnd í ÍSF’s í 1995, og hevur sitið í nevndini síðani. Fyrst í mong ár sum skrivari, síðani nøkur ár sum næstformaður og seinastu seks árini sum forseti.

Petur Elias Petersen, hevur verið partur av ítróttaumhvørvinum, síðani hann var smádrongur, fyrst sum íðkandi og seinnu mongu árini sum nevndarlimur.

Hann hevur sitið í mongum álitisstørvum innan ítróttina, og kunnu nevnast Sandavágs Ítróttafelag, har hann sat í nevndini í 10 ár. Nøkur ár í áttatiárunum sat hann sum formaður í Dómaranevndini hjá HSF, hann sat eisini sum formaður í kappingarnevndini hjá RSF í nøkur ár, í Oyggjaleikanevndini. Í nærum tíggju ár, var hann eisini liðleiðari hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti.

Hann vil ynskja Ítróttasambandi Føroya alt tað besta í framtíðini og hevur hesa heilsan. Tit, ið taka eftir og eru partur av umhvørvinum og hava ábyrgdina, ansi væl eftir felagskapinum, sum má ganga fram um møguligan løtuvinning og stuttskygdar loysnir.

Nýggj avtala um antidoping arbeiði

Mán, 11/04/2016 - 21:00

Ítróttasamband Føroya hevur síðani 2002 havt samstarv við ADD (Anti Doping Danmark) um anti-doping arbeiði innan føroyska ítrótt. Í 2015 vórðu nakrar broytingar gjørdar í anti-doping reglunum. Hetta hevði við sær, at ÍSF mátti gera eina nýggja dopingreglugerð. Hendan kom í gildi 1. januar 2016.
Í hesum sambandi varð eisini ein nýggjur sáttmáli gjørdur millum ÍSF og ADD. Á fundi millum ÍSF og ADD í ÍSF-húsinum, 11. apríl, skrivaðu stjórin í ADD, Michael Ask, og ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, undir sáttmálan.

Kunnandi fundur
Týsdagin 12. apríl, klokkan 18.00 verður almennur kunningarfundur í ÍSF-húsinum, har Michael Ask og Jesper Frigast Larsen frá Anti Doping Danmark fara at greiða frá anti-doping arbeiðinum og nýggju Dopingreglugerðini. Øll eru vælkomin.

Nýggja dopingreglugerðin kann lesast her.

Løgmaður verji fyri føroyska ítrótt

Mán, 11/04/2016 - 16:15

Løgmaður verji fyri føroyska ítrótt

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fekk á fundi í Tinganesi í dag, handaða gullnál Ítróttasambands Føroya

Tað er siðvenja, at Føroya løgmaður er verji hjá ítróttini, og varð beinanvegin í heyst, tá nýtt landstýri tók við, heitt á Aksel V. Johannesen, um at gerast verji.

Hesum játtaði hann beinavegin, men av ymiskum orsøkum hevur sjálv handanin av skreytblaðnum og gullnálini drigið út.

Undir handanini umrøddu løgmaður og umboð fyri starvsnevnd ÍSF’s ymisk aktuell viðurskifti innan føroyska ítróttaheimin, eins og komið varð inn á tann týdning tað hevur fyri føroyskan ítrótt, at hava løgmann sum verja og at hava stuðlar í fremstu røð í samfelagnum.

Almennur kunningarfundur um doping og nýggju dopingreglugerðina

Frí, 18/03/2016 - 10:30

Týskvøldið 12 apríl kl 18:00 verður ein forvitnisligur kunningarfundur í ÍSF húsinum.

Evnið á fundinum er doping og fara stjórin í Anti Doping Danmark, Michael Ask og juridiskur ráðgevi í Anti Doping Danmark Jesper Frigast Larsen, at greiða frá.
Teir fara m.a. at tosa um nýggju dopingreglugerðina, sum kom í gildi 1 januar 2016.

Øll ítróttafók, venjarar, leiðarar, nevndarlimir og onnur áhuga eru hjartaliga vælkomin og vóna vit at síggja nógv fólk.

Nýggja dopingreglugerðin kann lesast her

Skattur og MVG 2016

Hós, 03/03/2016 - 14:58

Skjalið  “Skattur og MVG” fyri ítróttafeløg er nú dagført  og kann lesast her.

Vit skulu minna tykkum á, at ÍSF skipar fyri skeiðum fyri kassameistarar og nevndarlimir í feløgum. 2 skeið hava verið og verða hesi skeið afturat:

  • 17. mars 2016  Streymoy – ÍSF húsið Tórshavn
  • 31. mars 2016 Norðoyggjar – Skúlin við Ósánna
  • 7. apríl 2016 Eysturoy – Skúlin við Løkin Runavík
  • 14. apríl 2016 Suðuroy – Tvøroyrar skúli

Meira er at lesa um hesi skeið og tilmelding við at trýsta á her