ssf.fo

Bjóða út innihald
Faroe Islands Swimming Association
Dagført: 6 dagar 8 tímar síðani

7 dagførdir lívbjargarar á Sandoy

Hós, 02/06/2016 - 09:50
Mánadagin hin 30. mai 2016 vórðu 7 lívbjargarar dagførdir á Sandoy, harav 3 starvsfólk hjá svimjihøllini í Sandoyar Meginskúla, og 4 fólkaskúlalærarar. Lívbjargingardómari var Sørin S. Djurhuus, fyri Svimjisamband Føroya.

EM 2016 liðugt avgreitt

Mán, 23/05/2016 - 10:55
So er EvropaMeistarastevnan 2016 í svimjing farin afturum her í London, og vit síðstu í føroyska hópinum bíða eftir at sleppa heim aftur. Her var tíverri lítið at skriva heim um, við tað at vit hvørki rukku finalu ella settu … Continue reading →

SSF skriv 14. mai 2016 um støðuna í ÍSF

Ley, 14/05/2016 - 17:57
Undirritaði hevur í dag sent viðfesta skriv til tey bæði sum eftir eru í starvsnevnd ÍSF, um støðuna í Ítróttasambandi Føroya, nú upp undir aðalfundin 20. mai 2016. Til tykkum sum ikki vita hetta, so hava 13 sersambond valt at … Continue reading →

Úrslit og hagtøl frá FM á stuttgeil 2016

Ley, 14/05/2016 - 10:15
Her er ein í so seinkað uppgerð frá FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2016, sum var í Svimjihøllini í Gundadali hin 5. til 7. mai 2016. Saman um tikið vann Ægir flest heiðursmerki av øllum feløgum, har serliga Alvi Hjelm heintaði heiðursmerki … Continue reading →

Ægir gentur 1:49.29 og juniormet í 4×50 frí

Ley, 14/05/2016 - 08:49
Tær fýra Barbara Debes, Signhild D. Joensen, Jana B. Thomsen og Ásbjørg Hjelm úr Ægir settu hin 7. mai 2016 stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×50 metra frísvimjing, tá ið tær á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2016 vunnu silvur við tíðini … Continue reading →

HS kvinnur 1:46.94 og føroyskt met í 4×50 frí

Ley, 14/05/2016 - 08:47
Tær fýra Astrið Foldarskarð, Beinta P. Debes, Lív E. Eidesgaard og Vár E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag settu hin 7. mai 2016 stórt nýtt føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, tá ið tær á FøroyaMeistarastevnuni 2016 vunnu gull við 1:46.94. … Continue reading →

Óli 2:02.61 og føroyskt met í 200 firvald

Ley, 14/05/2016 - 08:46
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti hin 7. mai 2016 stórt nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann á FøroyaMeistarastevnuni á Stuttgeil 2016 vann gull við tíðini 2:02.61. Hann átti sjálvur føroyska metið á 2:03.69, frá FøroyaMeistarastevnuni … Continue reading →

Vár 17:26.75 og juniormet í 1500 frí

Ley, 14/05/2016 - 08:45
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti hin 7. mai 2016 stórt nýtt føroyskt juniormet í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon á FøroyaMeistarastevnuni á Stuttgeil 2016 vann gull við tíðini 17:26.75. Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir átti nú farna … Continue reading →

Sára 2:24.04 og juniormet í 200 firvald

Ley, 14/05/2016 - 08:44
Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti hin 6. mai 2016 stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing tá ið hon á FøroyaMeistarastevnuni á Stuttgeil 2016 vann silvur við tíðini 2:24.04. Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag átti juniormetið … Continue reading →

Úttøka til NMU og EJM 2016

Frí, 13/05/2016 - 11:34
Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Tampere í Finnlandi hin 9. og 10. juli 2016, og til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Hódmezővásárhely í Ungarn frá 6. til 10. Juli 2016. … Continue reading →

Ægir kvinnur 3:55.60 og føroyskt met í 4×100 frí

Ley, 07/05/2016 - 15:48
Ægir liðsvimjingin føddar 1996 og yngri setti á FM á stuttgeil hin 5. mai 2016 nýtt føroyskt met á stuttgeil (25m) í 4×100 frí fyri kvinnur, við at svimja teinin uppá 3:55.60. Gamla metið var 3:55.91. Tær fýra sum svumu vóru Signhild Joensen (2000), Barbara Debes … Continue reading →

So er tað FM á stuttgeil 2016

Mán, 02/05/2016 - 23:27
Nú hósdagin byrjar FM á stuttgeil 2016, sum er endabresturin í kappingarkalendaranum hjá Svimjisambandi Føroya her heima í Føroyum, svimjiárið 2015-2016. Tíðarætlanin er hendan Hósmorgun 5. mai – Innleiðandi riðlar frá kl 09:30 Hósdag 5. mai – Finalur frá kl … Continue reading →

So er tað JM/MU í svimjing 2016

Hós, 21/04/2016 - 20:57
Klaksvíkar Svimjihøll verður næstu dagarnar karmur um JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuna fyri Ung 2016, sum er føroyameistarastevnan fyri allar okkara aldursbólkar, upp til gentur sum eru 17 og dreingir sum eru 18 ára gamlir. Kappast verður við beinleiðis finalum, eftir fylgjandi … Continue reading →

Úttøka til EM í London 2016

Mán, 28/03/2016 - 11:56
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi fimm svimjarar til komandi EvropaMeistarastevnuna í svimjing, sum verður í London í Bretlandi í døgunum 16. til 22. mai 2016. Sára Ryggshamar Nysted, Suðuroyar Svimjifelag Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag Signhild Joensen, Ægir … Continue reading →

So er tað FM á langgeil 2016

Mik, 09/03/2016 - 12:29
Komandi vikuskifti verður FøroyaMeistarastevnan á langgeil 2016 hildin í Pálshøll í Vági, sum er fyrsta FøroyaMeistarastevna nakrantíð í 50 metra langum svimjihyli. Tað sum eisini verður kallað fyri olympisk stødd. Suðuroyingar hava veruliga spílað seg út, so at Pálshøll skuldi … Continue reading →

Uppskot fyri Løgtingið at marka 1.2 mió av játtanini til ÍSF til altjóða virksemi

Mán, 07/03/2016 - 15:38
VP veit nú at siga, at Annika Olsen og Jákup Mikkelsen í dag leggja fram uppskot til samtyktar um at marka játtan á 1,2 mió til altjóða luttøku av samlaðu játtanini til Ítróttasamband Føroya. Í 2015 varð játtanini til ÍSF … Continue reading →