susvim.fo

Bjóða út innihald
Suðuroyar Svimjifelag
Dagført: 6 dagar 7 tímar síðani

Aðalfundur

Hós, 19/05/2016 - 14:06

Aðalfundurin verður í Páls Høll týsdagin 14/6-16 kl 19

Skrá samb. viðtøkunum

 

Nevndin

Stuðul til Susvim

Ley, 30/04/2016 - 23:20

Stuðul til Susvim

Til FM á langgeil vóru okur noydd til at skaffa vendiplátur til langhylin, tí tær gomlu kundu ikki brúkast. Tí var roynt at fáa stuðlar til hettar, og ikki kann sigast annað, enn at tað gekk heilt fantastiskt. Fyritøkur úr øllum landinum, vóru við og vilja okur takkað teimum so virðiliga.

Fyritøkurnar eru :

SMS - Bónus - Føroya Bjór - Safari Transsport - Maria Poulsen - J.F.K. - Varðin Pelagic - Tangavirkið - Bærendsen Teknik - Faroe Farming - Vágs Timburhandil - Hjá Hans Olaf.

Uttan tykkum var einki FM.

 

JM / MU 2016

Sun, 24/04/2016 - 23:40

JM / MU 2016 er av og Susvim vann samanlagt.

Susvim var til meistarastevnu í Klaksvík í vikuskiftinum, og ikki kann sigast annað enn at tað gekk ótrúliga gott. Okur vunnu og komu suður aftur við 71 gull, 47 silvur og 41 bronsu heiðursmerkum. Tað er samanlagt fyri bæði JM og MU, so tað er bara gleðiligt, at okur hava so breiðan hóp, ið kann gera seg galdandi i øllum aldrum. Í heiðursmerkjabýtinum sæst, at okur eisini vinna nógv heiðursmerki við liðsvimjingunum, so tað merkir, at ØLL gera ein mun og eru við til at vinna fyri SUSVIM. Fantastiskt

Gull   Silvur  Bronsu

Sára R. Nysted                                                      14        2

Alisa Vestergård                                                   14         1

Róland Toftum                                                     12         1

Rói Bech                                                                  6         3         4

Hugin Næs Lave                                                     4        8         2

Andreas Debes                                                        4                    1

Bjarti Ludvig                                                           3        1

Rúni Dahl                                                                 1        8          5

Tóti Christiansen                                                    1         4         2

Petra A. Nielsen                                                       1        2         5

Bartal Debes                                                             1                    2

Lilja D. Jacobsen                                                               8         2

Sólrun Kjærbo                                                                    3         4

Húni Vestergård                                                                2          2

Brynhild Johannessen                                                      1          2

Rani Jacobsen                                                                                4

Elin Christiansen                                                                           1

Hans Jón Debes Bech                                                                   1

Símun Debes                                                                                   1

Birgit Thomsen                                                                               1

Liðkappingar                                                          10         3         2

 

 

 

Danish Open

Sun, 17/04/2016 - 20:34

Úrslit frá síðsta degi á Danish Open

Róland settið í morgun nýtt FØ met í 50m bringu við tíðini 29,89. Men so í B-finaluni í kvøld gjørdi hann ikki mætari enn, at betra metið til 29,81. Hann er sostatt fyrsti føroyingur undir 30 sek í 50m bringu á langgeil.

Sára svam 200m rygg í dag og bleiv hon nr 2 í B-finaluna við tíðini 2,22,53 ella 10 pláss samanlagt. Hon hevur annars føroyska metið við 2,18,11.

Eyðbjørn svam 100m firvald og rakk tað til eitt 27 pláss við tíðini 29,93. Hansara besta tíð er 58,85.

 

 

 

Danish Open og OL

Ley, 16/04/2016 - 23:19

Úrslititini frá Danish Open, triði og fjórði dagur.

Triði dagin á Danish Open var Róland tilmeldaður í 50m firvald, men valdi ikki at svimja, vegna ein smáskaða.

Eyðbjørn var so við í 50m firvald og fekk hann tíðina 25,95, ið rakk til eitt 13.pláss av øllum. Besta tíð hjá Eyðbjørn er 25,88.

Í 200m blandað svam Sára seg til eitt 5. pláss í A-finaluni, við tíðini 2:23.46, har hennara føroyska met og juniormet er 2:20.41.

 

Á fjórða degnum svam Eyðbjørn 100m frí og fekk hann tíðina 54,16. Tilmeldingartíðin hjá honum var 53,88, so tað var tæt uppá bestu tíð.

Í 100m bringu svar Róland innleiðandi 1,07,37, og í B.finaluni um kvøldið svam hann 1,08,16, ið rakk til eitt 16 pláss. Besta tíð hjá Róland er 1,06,87, ið er FØ junioumet.

Sára var við í 200m frí og fekk hon tíðina 2,09,69 um morgunin, men svam 2,07,07, ið rakk til eitt 16 pláss. Hettar er tæt uppá hennara bestu tíð, ið er 2,06,87.

 

Pál Joensen var  við í 1500m frí og ikki kann sigast annað enn, at har gekk ótrúliga væl. Hann svam seg til OL í Rio við tíðini 15,04,13, hjartaliga tillukku Pál. Kravtíðin hjá dønum var annars 15,07,53, so hann var væl undir. Heilt fantastiskt at okur kunnu hava ein svimjara, ið hevur sligið sínar røtur her hjá Susvim, við til teir olympisku leikinir. Røtur og røtur, okur koma altíð at eiga Pál

 

 

Danish Open

Frí, 15/04/2016 - 00:06

Úrslit frá næsta degnum á Danish Open.

Í dag var Róland við í 50m frí og bleiv hann nr 15. Hann fekk tíðina 24,36, ið er persónligt met. Hann svam 24,53 innleiðandi.

Eyðbjørn var eisini við í 50m frí og bleiv nr 24 við tíðini 24,89 eftir at hava svomið 24,66 um morgunin. Eyðbjørn hevði tilmeldingatíðina 24,42. Meini at tað er besta tíð hjá honum.

Sára var í finaluni í 400m blandað og fekk hon eitt 4 pláss við tíðini 5,01,59. Hon hevur annars FØ metið við 5,0047.

Pál hevur ikki svomið í dag.

Vónandi koma nøkur góð úrslit aftrat næstu daganar.

 

 

Danish Open

Hós, 14/04/2016 - 09:07

Úrslitini hjá okkara svimjarum á fyrsta degnum á Danish Open.

Í 100 frí svam Sára Ryggshamar Nysted  C-finaluni seg til eitt 24. pláss við tíðini 1:00.09. Hon eigur føroyska metið á 58.67.

Í 200 bringu svam Róland Toftum í B-finaluni seg til eitt 13. pláss við tíðini 2:28.12. Hann eigur føroyska juniormetið á 2:23.72, meðan Pál Joensen eigur føroyska metið á 2:21.71

Í 400 frí svam Pál Joensen 3:54.46, ið var eitt 4.pláss.

Eyðbjørn hevur so ikki svomið enn.