kapping

Met og finalupláss til føroyingar eisini 3. morgun á Danish Open 2016

Triði morgun er nú farin afturum á Danish Open 2016, har føroyingar aftur gjørdu vart við seg. Astrið og Signhild hava sett føroysk met, og ein rúgva svomið seg í finalur.

Untitled

Astrið føroyskt met og í finalu á Danish Open 2016

Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt met í 50 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2016 svam teinin uppá 27.19 sekund. Hetta rakk eisini til eitt pláss í B-finaluni seinnapartin. Astrið átti sjálv nú farna føroyska metið, sum var 27.21 frá tá ið hon vann gull á FøroyaMeistarastevnuni á Langgeil í mars mánaða. Sí úrslitalistan her.

Untitled

Signhild gullnál og føroyskt met, og í finalu á Danish Open 2016

Signhild Joensen úr Ægir svam seg í morgun víðari til finalu á Danish Open 2016, við 5. bestu tíð av teimum 26 sum luttóku í innleiðandi riðlunum. Tíðin hjá henni var 1:04.54, sum er nýtt føroyskt met og juniormet í mun til hennara 1:04.67 frá FøroyaMeistarastevnuni á Langgeil í mars mánaða. Og, tað er eisini undir gullnálatíðini hjá Svimjisambandi Føroya í greinini, sum er 1:04.54. Sí úrslitalistan her, finalan verður seinnapartin í dag.

Signhild Joensen á Danish Open 2016

(Signhild Joensen á Danish Open 2016. Jón Bjarnason eigur myndina)

Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á Danish Open 2016

Aftur í kvøld hava føroyskir svimjarar prógvað sítt virði, tá ið næsta sett av finalum varð avgreitt á Danish Open 2016. Í 200 blandað vann Frans Johannesen úr Esbjerg gull, meðan Alvi Hjelm úr Ægir varð nr 4 við stórum persónligum meti. Og í 800 frí vann Óli Mortensen úr Havnar Svimjifell gull, eisini við stórum persónligum meti.

Screen Shot 2016-04-14 at 20.24.14

Óli gull á Danish Open 2016

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag svam seg í dag til gullheiðursmerki og stórt persónligt met í 800 metra frísvimjing, tá ið hann á Danish Open 2016 svam teinin uppá 8:10.94. Hansara besta tíð til nú var 8:13.75, frá Mare Nostrum stevnuni í Canet í 2014.

Óli Mortensen

(savnsmynd)

Føroyingar í finalu eisini 2. dag á Danish Open 2016

Næsta sett av riðlum er farið afturum á Danish Open 2016, og vóru tað aftur nógvir føroyingar sum svumu seg í finalur.

Astrið Foldarskarð firvald á Danish Open 2014

(Astrið Foldarskarð firvald á Danish Open 2014. Dan Hjelm eigur myndina)

Heiðursmerki og met til føroyingar, fyrsta kvøld á Danish Open 2016

Fyrstu finalur vórðu avgreiddar á Danish Open í kvøld, har eisini føroyingar gjørdu vart við seg. Vár Eidesgaard vann bronsu og setti føroyskt met og juniormet í 1500 frí, meðan Magnus Jákupsson vann gull í 100 rygg.

Screen Shot 2016-04-13 at 18.25.00

Nógvir føroyingar víðari til fyrstu finalur á Danish Open 2016

Tey eru nú liðug við innleiðandi riðlunum á Danish Open 2016, og hava vit her føroyingar víðari til bæði A-, B- og C-finalur.

Untitled

So er tað Danish Open 2016

Nú mikudagin byrjar Danish Open 2016, við luttøku av eisini nógvum føroyskum svimjarum. Hendan stevna er, út yvir at vera úttøkustevna hjá dønum til EM í London og EJM í summar, ein hin týdningarmesta úttøkustevnan hjá teimum til Olympisku Leikir í Rio de Janeiro í summar, og tí eisini sera týðandi fyri okkum føroyingar.

Untitled

Innbjóðing til JM/MU 2016

Viðfest er innbjóðingin til JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuni fyri Ung 2016, sum Svimjisamband Føroya saman við vertsfelagnum Ægir skipa fyri, í svimjihøllini í Klaksvík hin 22. og 23. apríl 2016.

Faroese Youth Championships 2013

Bjóða út innihald