kapping

Suðurkorea noktar Tae-hwan Park at luttaka á OL í Rio vegna dopingdóm

Heimasíðan Inside the Games veit í kvøld at siga, at suðurkoreanski Tae-hwan Park ikki sleppur at luttaka á OL í Rio í summar, vegna dopingdómin sum annars endaði hin 2. mars í ár. Tað er olympiska nevndin hjá Suðurkorea sum noktar honum at luttaka, vegna reglu hjá teimum sum sigur at eingin dopingdømdur íðkari skal kunna luttaka næstu trý árini eftir at dopingdómurin endar, og er tað ein rættiliga dyggur smeitur fyri suðurkoreanska svimjing, við tað at Park er einasti hjá teimum sum nakrantíð hevur vunnið nakað OL-heiðursmerki.

Incheon_AsianGames_Swimming_60

Photo courtesy of Republic of Korea, CC BY-SA 2.0

Úrslit frá HS-stevnuni 2. apríl 2016

Her eru úrslitalistarnir frá HS-stevnuni fyri okkara yngru aldursbólkar, í Svimjihøllini í Gundadali hin 2. apríl 2016. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag flest heiðursmerki tilsamans, meðan Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag var mest vinnandi einstaklingur yvirhøvur, og Marius Steinhólm úr Reysti mest vinnandi drongur.

HS-stevna apríl 2016

HS-stevna í Gundadali, leygardagin hin 2. apríl 2016

Havnar Svimjifelag skipar í dag fyri svimjistevnu fyri okkara yngru aldursbólkar, í svimjihøllini í Gundadali. Kappast verður frá kl 10 og so aftur frá kl 17.

20141101110036- DSC07394

Úttøka til EM í London 2016

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi fimm svimjarar til komandi EvropaMeistarastevnuna í svimjing, sum verður í London í Bretlandi í døgunum 16. til 22. mai 2016.

Sára Ryggshamar Nysted, Suðuroyar Svimjifelag
Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag
Signhild Joensen, Ægir
Alvi Hjelm, Ægir
Óli Mortensen, Havnar Svimjifelag

Ferðaleiðari verður Thurid Kjærbo, og venjari Rui Magalhaes.

Hartil skal Dan Hjelm umboða Føroyar sum dómari á stevnuni.

Vegna Starvsnevnd SSF

Rókur í Jákupsstovu

Photo of the London Aquatics Centre © Copyright Oast House Archive and licensed for reuse under this Creative Commons Licence.

Startlistarnir til Danish Open 2016 kunngjørdir

Danska svimjisambandið hevur nú kunngjørt startlistarnir til Danish Open 2016, sum er ein hin týdningarmesta úttøkustevna hjá teimum og harvið eisini okkum føroyingum til Olympisku Leikir í Rio de Janeiro í summar. Nógvir føroyingar luttaka, umframt sjálvsagt flestu av frægastu donsku svimjarum, umframt einstakir altjóða profilar sum Paul Biedermann úr Týskalandi og George Bovell hin 3. úr Trinidad & Tobago.

(Mynd av Bellahøj av svoem.dk)

SuSvim, Sára og Óli vunnu mest á FM á langgeil 2016

Suðuroyar Svimjifelag var mest vinnandi felag, nú fyrsta føroyska meistarastevna varð avgreitt í Pálshøll í Vági, hin 11. til 13. mars 2016. Mest vinnandi svimjarar vóru Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag, og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag.

Untitled

SuSvim gentur juniormet í 4x100 blandað á FM á langgeil 2016

Sum víst verður á her, so settu tær fýra Alisa Vestergård, Sólrun Kjærbo, Sára Ryggshamar Nysted og Brynhild Johannesen eisini føroyskt juniormet á FM á langgeil 2016, tá ið tær í kappingini í 4x100 metra blandaðari svimjing svumu teinin uppá 4:56.34.

Harvið er nøgdin av metum tilsamans komin upp á 11 føroysk met og 8 juniormet, á hesi fyrstu føroysku meistarastevnu á langgeil.

Untitled

FM í svimjing fyri brekað 16. mars 2016

Lesið her á heimasíðuni hjá ÍSB

Skemman Open 2016


Aftur í ár kunnu vit bjóða tykkum til FM í svimjing hjá ÍSB -

kappingin er fyri fólk við menningartarni, og tey ið hava rørslutarn.

Kappingin verður í høllini í Gundadali, mikudagin 16. mars kl 17.00.

Untitled

Signa Vár á FM á langgeil 2016

Av heimasíðuni hjá ÍSB

Fyrsta FM í svimjing á langgeil varð avgreitt í Pálshøll dagarnar 11-13 mars 2016, av sonnum ein søgulig hending innan føroyska ítrottarheimin.

Signa Vár á FM á langgeil 2016

Ægir juniormet í 4x100 frí og 4x200 frí á FM á langgeil 2016

Í øllum førum tvey met manglaðu í rúgvuni, nú vit gjørdu upp aftaná FM á langgeil 2016. Nevniliga at tær fýra Signhild Joensen, Jana B. Thomsen, Barbara Debes og Ásbjørg Hjelm sunnudagin við tíðini var 4:06.78 settu føroyskt juniormet í 4x100 frí, afturat at HS kvinnur settu føroyskt met, og at tær fýra úr Ægir við tíðini 8:55.15 eisini settu juniormet leygardagin, afturat at tann tíðin var stórt føroyskt met.

Untitled

Bjóða út innihald