kapping

Innbjóðing til masterskapping í Gundadali 12. mars 2016

Havnar Svimjifelag bjóðar í viðfestu innbjóðing til masterskapping í svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 12. mars 2016.

masters_hs_201403-15-27

Reysta-stevna 27. februar 2016

Svimjifelagið Reysti skipar nú leygardagin hin 27. februar 2016 fyri svimjistevnu fyri okkara yngstu aldursbólkar, í svimjihylinum í skúlanum í Leirvík. Sí viðfestu innbjóðing, og startlistarnar sum vórðu sendir út fyri løtu síðan.

Untitled

Smæran skipað fyri svimjistevnu í Gundadali 17. februar 2016

Ítróttarfelagið Smæran skipaði í gjár fyri svimjistevnu í Svimjihøllini í Gundadali, fyri fólk ið bera brek. Kappast varð á 25 og 50 metra teinunum, har svimjararnir vóru býttir í roynd og minni roynd. Sí úrslit og myndir her á smaeran.fo

Fyrsta royndarumfar avgreitt á iNOVA

Svimjarar úr Havnar Svimjifelag og Ægir royndu í dag svimjiergometrið á iNOVA, sum liður í granskingarverkætlanini hjá Fróðskaparsetri Føroya og Københavns Universitet, at staðfesta um ein 3 min all-out test á hesum tóli er viðkomandi fyri svimjing.

Untitled

Úrslit frá Ægir-stevnuni 13. og 14. februar 2016

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Klaksvík nú leygardagin 13. og sunnudagin 14. februar 2016, sum Ægir skipaði fyri.

Untitled

Ægir-gentur 4:00.73 og føroyskt juniormet í 4x100 frí

Signhild Joensen, Jana Thomsen, Barbara Debes og Ásbjørg Hjelm úr Ægir settu leygarmorgunin nýtt føroyskt juniormet í 4x100 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið tær á Ægir-stevnuni í Klaksvík svumu teinin uppá tilsamans 4:00.73. Ægir átti gamla metið á 4:02.49, frá tá ið Cecilia W. Eysturdal, Turið S. Christiansen, Birita Debes og Óluva Jacobsen vunnu gull á JuniorMeistarastevnuni í 2011.

Signhild 2:14.74 og føroyskt met í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 2:14.75. Elspa Mørkøre átti føroyska metið á 2:15.15 frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2007, meðan Signhild átti juniormetið á 2:15.40 frá Ægir-stevnu í november 2015.

Untitled

Ægir-stevna 13. og 14. februar 2016

Nú leygardagin og sunnudagin verður svimjistevna í Klaksvík, sum Ægir skipar fyri. Kappast verður leygarmorgun frá kl 09:15, leygardag frá kl 17:15, sunnumorgun frá kl 09:15 og sunnudag frá kl 14:15, og er talan um eina sonevnda opna kapping, har allir aldursbólkar kappast ímóti hvørjum øðrum. Ein fyribils startlisti er klárur, og tí viðfestur her.

20150207_DSC2550

Úrslit frá FLOT-stevnuni 30. januar 2016

Her er úrslitalistin frá svimjistevnuni nú leygardagin hin 30. januar, sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í 16 metra hylinum í Tofta skúla. Hetta var kapping fyri okkara yngstu aldursbólkar.

20150124_DSC2189.jpg

SSF ásett nálatíðir og kravtíðir til FM á langgeil

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Svimjinevnd SSF hevði herfyri sín fyrsta regluliga fund, har tað á skránni var m.a. væntandi nálatíðir til svimjing á langgeil, og fyrireiking av fyrstu FøroyaMeistarastevnu á langgeil. Umboð fyri starvsnevndina luttóku eisini á hesum fundi.

Untitled

Bjóða út innihald