kapping

Sára 2:33.76 og føroyskt met í 200 firvald

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg fyri løtu síðani til stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á Reykjavík International Games 2016 svam teinin uppá 2:33.76.

20150419DSC05157

Status áðrenn síðsta dag á RIG 2016

Ein skjót upplisting av metum og heiðursmerkjum til nú hjá føroysku svimjarunum á Reykjavík International Games 2016.

Tað sær út til at føroyingarnir til nú hava sett 1 stevnumet á RIG, 5 føroysk met og 9 føroysk juniormet. Hartil hava vit í opnu kappingini vunnið 4 gull, 5 silvur og 2 bronsur. Og í yngra bólkinum hava vit til nú vunnið 2 gull, 2 silvur og 5 bronsur. Tilsamans 20 heiðursmerki.

Og hartil hevur Frans Johannesen vunnið 3 gull.

RIG 2016 Gentur 100 rygg

Medaljuregn í Reykjavík

So er fyrsti veruligi finalupartur avgreiddur á Reykjavík International Games 2016, og føroysku svimjararnir hava fingið bæði í posa og sekk. Sára setti føroyskt met og juniormet í 200 blandað og 200 frí, og Signhild føroyskt met og juniormet í 100 rygg, umframt at Róland setti juniormet í 100 bringu. Og her vóru nógv heiðursmerki.

RIG 2016 kvinnur 200 frí

Signhild 1:05.60 og føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Reykjavík International Games 2016 vann bronsu við 1:05.60, aftanfyri bara OL-luttakararnar báðar Mie Ø. Nielsen úr Danmark og Eygló Ósk Gústafsdóttir úr Íslandi. Birita Debes átti føroyska metið á 1:05.64, frá HeimsMeistarastevnuni í Barcelona í 2013, meðan Sára R. Nysted átti juniormetið á 1:06.39 frá innleiðandi riðlunum í morgun. Sí úrslitalistan her.

Screen Shot 2016-01-23 at 17.10.27

Sára 2:20.41 og føroyskt met í 200 blandað

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hon í A-finaluni á Reykjavík International Games 2016 vann gull við tíðini 2:20.41. Hon átti sjálv føroyska metið á 2:21.59, frá HeimsMeistarastevnuni fyri Juniorar í Singapore í fjør summar. Tíðin hjá Sáru var eftir øllum at døma eisini stevnumet har í Reykjavík, sum víst við hasum "R" á úrslitalistanum. Sí úrslitalistan her.

Screen Shot 2016-01-23 at 16.57.32

So eru tað finalurnar á RIG 2016

Fyrsta veruliga finaluumfar byrjar nú á Reykjavík International Games 2016. Her er eitt prát sum sendingin Surk hjá Kringvarpi Føroya gjørdi við Jón Bjarnason fyri løtu síðani, um luttøkuna har í Íslandi. Úrslitini á RIG fara at kunna síggjast so hvørt her á swimrankings.net, og sum eg skilji tað verður har live stroyming í morgin.

(Jón Bjarnason í Reykjavík. Dan Hjelm eigur myndina)

2016012312507188_1117128868327687_3470465380707142474_n-2

Krista silvur í kapping í Kroatia

Meðan aðrir Ægir-svimjarar eru til Reykjavík International Games 2016 í Íslandi, roynir Krista Mørkøre seg á altjóða svimjistevnu fyri ÍSB í Zagreb í Kroatia, har hon í morgun við tíðini 32.41 vann silvur í 50 metra frísvimjing á langgeil. Sí hpsoi.hr og viðfesta úrslitalista.

Krista Mørkøre í Zagreb

(Krista í Zagreb. Torkil Mørkøre eigur myndina)

Heiðursmerki og finalupláss eisini 2. dag á RIG 2016

Føroyskir svimjarar hava aftur í morgun svomið seg til bæði heiðursmerki og finalupláss á Reykjavík International Games 2016, nú næsta sett av innleiðandi riðlum varð avgreitt. Umframt at fleiri juniormet vórðu sett.

RIG 2016 Gentur 100 rygg

(Brynhild og Alisa gull og bronsu í 100 rygg. Jón Bjarnason eigur myndina)

Sára 1:06.58 og juniormet í 100 firvald

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á Reykjavík International Games 2016 svam teinin uppá 1:06.58.

Screen Shot 2016-01-23 at 12.17.06

Róland 1:07.76 og juniormet í 100 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á Reykjavík International Games 2016 svam teinin uppá 1:07.76.

Screen Shot 2016-01-23 at 12.01.13

Bjóða út innihald