kapping

Sára 1:06.39 og juniormet í 100 rygg

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon á Reykjavík International Games 2016 svam teinin uppá 1:06.39.

Screen Shot 2016-01-23 at 11.49.55

Nógv finalupláss til føroyingar á RIG 2016

So er fyrsti partur avgreiddur av svimjistevnuni á Reykjavík International Games 2016, og føroyingar hava umframt at vinna heiðursmerki í 400 blandað og 800 frí, eisini í nógvum førum svomið seg víðari til finalur í morgin, á stytri teinunum.

Sára og Alisa gull í 800 frí á RIG 2016

Sára Ryggshamar Nysted og Alisa Vestergaard vunnu fyri løtu síðani gull í 800 metra frísvimjing á Reykjavik International Games 2016, Sára í eldra bólkinum og Alisa í yngra, báðar úr Suðuroyar Svimjifelag.

2016012212625678_10208486023657764_754925824_n

(Alisa og Sára í Reykjavík. Jón Bjarnason eigur myndina)

Róland 30:45 og føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á Reykjavík International Games 2016 svam teinin uppá 30.45 sekund.

Screen Shot 2016-01-22 at 19.45.04

Sára 5:00.47, gull og met í 400 blandað á RIG 2016, Alvi silvur

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag legði hart út á Reykjavík International, nú fyrstu finalur vórðu svomnar í Laugardalslaug. Nevniliga við stórum nýggjum føroyskum meti og føroyskum juniormeti á 5:00.47, til eitt gullheiðursmerki í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, langt frammanfyri silvurvinnaran sum var íslendska María Fanney Kristjánsdóttir við 5:20.37. Sí úrslitalistan her

Screen Shot 2016-01-22 at 19.29.14

Ægir, SuSvim og Reysti til RIG 2016

Í gjár byrjaði altjóða ítróttastevnan Reykjavík International Games 2016, sum varar frá 21. til 31. januar, og har svimjistevnan er nú í vikuskiftinum 22. til 24. januar. Úr Føroyum luttaka einir 29 svimjarar úr Ægir, Suðuroyar Svimjifelag og Reysta, og tey eru fleiri sum síggja út til at kunna taka heiðursmerki.

UPDATE: Startlistar síggjast nú her á swimrankings.net, har úrslitini eisini fara at síggjast

Katie Ledecky 8:06.68 og nýtt heimsmet í 800 frí

Amerikanska Katie Ledecky setti í gjár nýtt heimsmet í 800 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á svimjistevnu í Austin, Texas, svam teinin uppá 8:06.68. Hon átti sjálv heimsmetið á 8:07.39, frá HM í Kazan 2015. Ledecky er so nógv betri enn nøkur onnur kvinna í hesi grein, har næstskjótasta nakrantíð var Rebecca Adlington í 2008 við 8:14.10. Lesið t.d. SwimmingWorld.

Innbjóðing til FLOT-stevnu 30. januar 2016

Svimjifelagið FLOT bjóðar til svimjistevnu á Toftum hin 30. januar, fyri okkara yngstu bólkar 1, 2 og 3. Sí viðfestu innbjóðing.

20150124_DSC2170.jpg

Úrslit frá SuSvim stevnuni 9. januar 2016

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Pálshøll í Vági hin 9. januar 2016, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var fyrsta kapping í Pálshøll nakrantíð, og harvið eisini fyrstu ferð at kappast varð á langgeil í Føroyum.

Untitled

Sára 9:12.01 og føroyskt met í 800 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti nú seinnapartin stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 800 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim stevnuni í Pálshøll svam teinin uppá 9 minuttir, 12 sekund og 1 hundraðpart.

Untitled

Bjóða út innihald