London 2016

EM 2016 liðugt avgreitt

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

So er EvropaMeistarastevnan 2016 í svimjing farin afturum her í London, og vit síðstu í føroyska hópinum bíða eftir at sleppa heim aftur. Her var tíverri lítið at skriva heim um, við tað at vit hvørki rukku finalu ella settu nakað met - men soleiðis kann tað væl ganga viðhvørt. Lukkutíð var lagið tó gott allan vegin, og tey royndu tað tey kundu.

London Aquatics Centre

Luttakaralistin til EM í London klárur

Nú er luttakaralistin klárur til EM 2016 í svimjing, sum verður í London nú í næstu viku. Frægasta tilmelding hjá føroyingum er ikki óvæntað Pál Joensen í 1500 frí, har hann við 8. bestu tíð liggur til eitt finalupláss - ið tó ikki er sikkurt við tað at tað her á EM skal svimjast innleiðandi eisini í 800 og 1500, til at koma í finalu.

London Aquatics Centre / 2014 IV

(Image courtesy of George Rex, CC BY-SA 2.0)

Bjóða út innihald