Endamálið við hesi heimasíðu er at gera tað lættari hjá føroyingum at frætta frá og samskifta um svimjing, í vón um at hetta kann styrkja um áhugan hjá fjølmiðlum og føroyingum sum heild fyri hesum frálíka ítrótti.

Enn fleiri heiðursmerki til HS-masters í Hafnarfirði

Tað varð til enn fleiri heiðursmerki til Havnar Svimjifelag, tá ið næsti partur av íslendsku opnu masters meistarastevnuni varð avgreitt í Ásvallalaug í Hafnafirði í morgun. Jon Hestoy varð íslandsmeistari í eisini 400 frí og 100 blandað, umframt Eyðun Húsgarð í 400 frí og Gunnley Durhuus í 50 bringu, og eitt mix-lið í 4x50 blandað.

Jon Hestoy í fokus

(Jon Hestoy trýfaldur íslandsmeistari, umframt 2 ferðir í stafettum. Eyðun Húsgarð eigur myndina)

Krista til Funchal at kappast á EM hjá IPC

Í morgin byrjar IPC Swimming European Open Championships, við luttøku av eisini Kristu Mørkøre úr Ægir, sum her umboðar ÍSB. Startlistin er ikki klárur enn, men sum skilst fara tey at sjónvarpa frá bæði innleiðandi riðlum og finalum.

Krista Mørkøre í Funchal

(Krista Mørkøre í Funchal. Torkil Mørkøre eigur myndina)

Masters-svimjarar hjá HS vinna heiðursmerki í Íslandi

Íslendarar skipa í hesum døgum fyri Icelandic Masters Open Championships 2016, við luttøku av eisini einum hópi úr Føroyum. Tey kappaðust í gjárkvøldið og skulu so kappast aftur í morgun og seinnapartin, og longu nú hava føroyingar vunnið fleiri heiðursmerki, umframt at vit hava fingið íslandsmeistarar bæði í einstaklinga og í liðkapping.

HS garpar við Ásvallalaug

(HS garpar við Ásvallalaug. Randi Holm eigur myndina)

Úrslit frá JM/MU 2016

Her eru úrslitalistarnir frá JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni fyri Ung 2016, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú fríggjadagin og leygardagin 22. og 23. apríl 2016. Úrslitini kunnu eisini finnast her á livetiming.se.

Í kappingini um heiðursmerki vann Suðuroyar Svimjifelag mest av øllum, og Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag flest heiðursmerki sum einstaklingur.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti flott nýtt føroyskt met í 800 frí, og fingu vit hartil 6 nýggj føroysk juniormet á hesi stevnu.

JM/MU 2016

So er tað JM/MU í svimjing 2016

Klaksvíkar Svimjihøll verður næstu dagarnar karmur um JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuna fyri Ung 2016, sum er føroyameistarastevnan fyri allar okkara aldursbólkar, upp til gentur sum eru 17 og dreingir sum eru 18 ára gamlir.

Faroese Youth Championships 2013

Svimjing styrkir um evnini hjá børnum at rokna

Nýggj gransking á enska UCL Centre for Longitudinal Studies bendir á, at børn sum ganga til ítrótt tá ið tey eru 5, 7 og 11 ára gomul, hava hálva aðru ferð betri kjans at fáa betri úrslit enn væntað, tá ið tey sum 11 ára gomul fara til ensku KS2 (Key Stage 2) rokniroyndina. Og, hetta er væl at merkja eisini galdandi fyri børn frá fíggjarliga sperdum familjum. Lesið her á The Telegraph

Children play in the pool

(Image courtesy of matt.herzog, CC BY 2.0)

Krista Mørkøre við til Paralympisku Leikirnar í Rio 2016

Lesið her á isb.fo:

Í eina tíð hava vit hildið ondini meðan bíðað hevur verið eftir boðum um parasvimjarin Krista Mørkøre hevur svomið nóg skjótt at vinna sær luttøku á Paralympisku leikunum í Rio sum verða í døgunum 7. - 18. septembur.

(Krista og Pál í Páls Høll. Jón Bjarnason eigur myndina)

Kappingarhyljar eru eisini breidd

Útvarpsrásin R7 viðgjørdi aftur í gjár spurningin um svimjihyl í Runavíkar Kommunu, og skulu teir tríggir mentanarleiðari Sølvi Reinert Hansen, mentanarnevndarformaður Terje B. Vestergaard og borgarstjóri Torbjørn Jacobsen hava stórt rós fyri góða og sakliga viðgerð av málinum. Lurtið frá umleið helvtina inni í sendingini her.

Pálshøll

(Almenn svimjing í Páls Høll. Páls Høll eigur myndina)

Yvirlit yvir føroysk úrslit á Danish Open 2016

Her er ein roynd at lista upp úrslit hjá bæði føroyingum hoyrandi til Svimjisamband Føroya, og hjá teimum búsitandi í Danmark sum hoyra til Dansk Svømmeunion. Til eru vælkomin at koma við rættingum, um tit finna okkurt skeivt. Eg fái tað til at føroyingar svumu einar 103 ferðir tilsamans, harav 39 ferðir í finalu.

Untitled

Heiðursmerki og met til føroyingar eisini fimta kvøld á Danish Open 2016

Í kvøld vórðu síðstu finalur avgreiddar á Danish Open 2016, og gekk tað aftur avbera væl hjá føroyingum. Magnus Jákupsson vann silvur í 100 firvald, og Róland Toftum setti føroyskt met og juniormet í 50 bringu.

2016-04-17_08-46-53

Bjóða út innihald