Endamálið við hesi heimasíðu er at gera tað lættari hjá føroyingum at frætta frá og samskifta um svimjing, í vón um at hetta kann styrkja um áhugan hjá fjølmiðlum og føroyingum sum heild fyri hesum frálíka ítrótti.

Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á Danish Open 2016

Aftur í kvøld hava føroyskir svimjarar prógvað sítt virði, tá ið næsta sett av finalum varð avgreitt á Danish Open 2016. Í 200 blandað vann Frans Johannesen úr Esbjerg gull, meðan Alvi Hjelm úr Ægir varð nr 4 við stórum persónligum meti. Og í 800 frí vann Óli Mortensen úr Havnar Svimjifell gull, eisini við stórum persónligum meti.

Screen Shot 2016-04-14 at 20.24.14

Óli gull á Danish Open 2016

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag svam seg í dag til gullheiðursmerki og stórt persónligt met í 800 metra frísvimjing, tá ið hann á Danish Open 2016 svam teinin uppá 8:10.94. Hansara besta tíð til nú var 8:13.75, frá Mare Nostrum stevnuni í Canet í 2014.

Óli Mortensen

(savnsmynd)

Føroyingar í finalu eisini 2. dag á Danish Open 2016

Næsta sett av riðlum er farið afturum á Danish Open 2016, og vóru tað aftur nógvir føroyingar sum svumu seg í finalur.

Astrið Foldarskarð firvald á Danish Open 2014

(Astrið Foldarskarð firvald á Danish Open 2014. Dan Hjelm eigur myndina)

7 dagførdir lívbjargarar í Svimjihøllini í Gundadali

Svimjisamband Føroya skipaði í dag í samstarvi við Svimjihøllini í Gundadali, fyri endurnýggjan av lívbjargingarroynd hjá teirra lívbjargarum. Tey vóru 7 sum fóru ígjøgnum rulluna, undir leiðslu av Sørini S. Djurhuus, nevndarlimi í Svimjisambandi Føroya og primus motor fyri okkara lívbjargingarát, og Rúnu Mortensen sum er lívbjargingardómari hjá Svimjihøllini í Gundadali.

20160413IMG_0894

Heiðursmerki og met til føroyingar, fyrsta kvøld á Danish Open 2016

Fyrstu finalur vórðu avgreiddar á Danish Open í kvøld, har eisini føroyingar gjørdu vart við seg. Vár Eidesgaard vann bronsu og setti føroyskt met og juniormet í 1500 frí, meðan Magnus Jákupsson vann gull í 100 rygg.

Screen Shot 2016-04-13 at 18.25.00

Nógvir føroyingar víðari til fyrstu finalur á Danish Open 2016

Tey eru nú liðug við innleiðandi riðlunum á Danish Open 2016, og hava vit her føroyingar víðari til bæði A-, B- og C-finalur.

Untitled

So er tað Danish Open 2016

Nú mikudagin byrjar Danish Open 2016, við luttøku av eisini nógvum føroyskum svimjarum. Hendan stevna er, út yvir at vera úttøkustevna hjá dønum til EM í London og EJM í summar, ein hin týdningarmesta úttøkustevnan hjá teimum til Olympisku Leikir í Rio de Janeiro í summar, og tí eisini sera týðandi fyri okkum føroyingar.

Untitled

Innbjóðing til JM/MU 2016

Viðfest er innbjóðingin til JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuni fyri Ung 2016, sum Svimjisamband Føroya saman við vertsfelagnum Ægir skipa fyri, í svimjihøllini í Klaksvík hin 22. og 23. apríl 2016.

Faroese Youth Championships 2013

Suðurkorea noktar Tae-hwan Park at luttaka á OL í Rio vegna dopingdóm

Heimasíðan Inside the Games veit í kvøld at siga, at suðurkoreanski Tae-hwan Park ikki sleppur at luttaka á OL í Rio í summar, vegna dopingdómin sum annars endaði hin 2. mars í ár. Tað er olympiska nevndin hjá Suðurkorea sum noktar honum at luttaka, vegna reglu hjá teimum sum sigur at eingin dopingdømdur íðkari skal kunna luttaka næstu trý árini eftir at dopingdómurin endar, og er tað ein rættiliga dyggur smeitur fyri suðurkoreanska svimjing, við tað at Park er einasti hjá teimum sum nakrantíð hevur vunnið nakað OL-heiðursmerki.

Incheon_AsianGames_Swimming_60

Photo courtesy of Republic of Korea, CC BY-SA 2.0

Úrslit frá HS-stevnuni 2. apríl 2016

Her eru úrslitalistarnir frá HS-stevnuni fyri okkara yngru aldursbólkar, í Svimjihøllini í Gundadali hin 2. apríl 2016. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag flest heiðursmerki tilsamans, meðan Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag var mest vinnandi einstaklingur yvirhøvur, og Marius Steinhólm úr Reysti mest vinnandi drongur.

HS-stevna apríl 2016

Bjóða út innihald