Endamálið við hesi heimasíðu er at gera tað lættari hjá føroyingum at frætta frá og samskifta um svimjing, í vón um at hetta kann styrkja um áhugan hjá fjølmiðlum og føroyingum sum heild fyri hesum frálíka ítrótti.

Úrslit frá Masters-stevnuni í Havn 12. mars 2016

Havnar Svimjifelag skipaði leygarkvøldið hin 12. mars 2016 fyri masters-stevnu í svimjihøllini í Gundadali, fyri aldursbólkarnar frá 25 til 29 ár og uppeftir. Viðfestir eru úrslitalistar og -fílur, umframt ein mynd sum bendir á at tey hugnaðu sær óført.

(Eyðun Bærentsen eigur myndina)

Pál 15.07.76 og gull í 1500 frí á Edinburgh International 2016

Meðan restin av okkum rokaðust á FM á langgeil 2016, so megnaði Pál Joensen nú leygardagin hin 12. mars at vinna gull í 1500 metra frísvimjing á Edingburgh International 2016, við tíðini 15:07.75 sum er einans 23 hundraðpartar frá kravtíðini hjá dønum til OL í Rio de Janeiro í summar.

Úrslit frá FM á langgeil 2016

Viðfestur er úrslitalistin frá fyrstu føroysku meistarastevnuni á langgeil, 11. til 13. mars 2016. Úrslitini kunnu eisini finnast her á livetiming.se. Uppteljing av heiðursmerkjum kemur í morgin.

Untitled

6 føroysk met og 2 juniormet, triðja dag á FM á langgeil 2016

Fyrsta føroyska meistarastevna á langgeil endaði við einum braki í dag, tá ið svimjararnir ferð eftir ferð settu føroysk met, og hartil kappaðust væl í øðrum kappingum eisini. Tilsamans 6 føroysk met og 2 juniormet fái eg tað til, hendan síðsta dag á FM á langgeil 2016.

Untitled

3 føroysk met og 1 juniormet, annan dag á FM á langgeil 2016

So er næsti dagur farin afturum á FM á langgeil 2016, við minst líka góðum úrslitum sum í gjár.

Untitled

Beinleiðis úrslit og stroyming frá FM á langgeil 2016

Ja orsaka at hendan síðan hevur ligið heldur still, seinasta døgnið, men vit hava rokast við at fáa sjálva stevnuna avgreidda og upptikna osfr. Startlistar og beinleiðis úrslit síggjast her á livetiming.se og stroyming her á Ustream. Myndir koma um eina løtu.

2 føroysk met og 2 juniormet, fyrsta dag á FM á langgeil 2016

So er fyrsta finalukvøld avgreitt á FøroyaMeistarastevnuni á langgeil 2016, og vórðu her sett tilsamans 2 føroysk met og 2 juniormet.

Untitled

So er tað FM á langgeil 2016

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Komandi vikuskifti verður FøroyaMeistarastevnan á langgeil 2016 hildin í Pálshøll í Vági, sum er fyrsta FøroyaMeistarastevna nakrantíð í 50 metra langum svimjihyli. Tað sum eisini verður kallað fyri olympisk stødd.

kapping-i-palsholl

Uppskot fyri Løgtingið at marka 1.2 mió av játtanini til ÍSF til altjóða virksemi

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

VP veit nú at siga, at Annika Olsen og Jákup Mikkelsen í dag leggja fram uppskot til samtyktar um at marka játtan á 1,2 mió til altjóða luttøku av samlaðu játtanini til Ítróttasamband Føroya.

ÍSF

Dan skal døma á EM 2016 í London

Evropeiska svimjisambandið LEN váttaði í telduposti til Svimjisamband Føroya og restina av evropeisku svimjitjóðunum í gjár, at Dan Hjelm er úttikin sum dómari til Evropeisku Meistarastevnuni í svimjing 2016, sum verður í London frá 16. til 22. mai. Hetta eftir at Svimjisambandið hevði nominerað hann til uppgávuna.

DSC03003

(Dan á Evropeisku Meistarastevnuni á stuttgeil 2013 í Herning)

Bjóða út innihald