Endamálið við hesi heimasíðu er at gera tað lættari hjá føroyingum at frætta frá og samskifta um svimjing, í vón um at hetta kann styrkja um áhugan hjá fjølmiðlum og føroyingum sum heild fyri hesum frálíka ítrótti.

Hygg ein røð av svimjivideoum á Dagbladet.no og NSF

Norska svimjisambandið og avísin Dagbladet hava gjørt eina áhugaverda røð av teknikk-videoum saman, sum kunnu síggjast fyri einki á svomming.no og dagbladet.no. Talan er tó um nokk so grundleggjandi øvilsi, sum tey flestu av okkum hava roynt, um vit yvirhøvur hava verið í nærheitini av einum svimjifelag. Men góðskan er góð, svimjararnir tveir bestu í Noregi, og tað er jú heldur ikki so galið at vita at man ger tað hampuliga rætt :-)

Hackett metir at minst 6-7 fara undir 15 í 1500 frí

Larsen Jensen,Yuri Prilukov,Grant HackettVerandi heimsmethaldari og OL gullvinnari á 1500 frí, Grant Hackett, metir at teir 1500 í Melbourne verða "the most competitive in history". Hann metir ikki at heimsmetið er í vanda, men at teir verða nakrir sum fara undir 14:40, og einir 6 ella 7 sum fara undir 15 minuttir.

Dåm kravtíðir

Hevur nakar kravtíðirnar til dåm kappingina í dk ...

Fá boð um svar til tínar postar og viðmerkingar

Eg havi í kvøld lagt inn eitt mótul sum ger tað gjørligt hjá skrásettum brúkara at fáa fráboðan í telduposti, um onkur ger viðmerkingar til postar ella viðmerkingar sum hesin hevur gjørt. So sleppur man undan at skula hyggja inn aftur á síðurnar allatíð, fyri at kanna eftir um nakar svarar.

Gould og Fraser spáa heimsmet í Melbourne

Tær báðar Dawn Fraser og Shane Gould hava verið og hugt at hylinum sum verður settur upp til heimsmeistarakappingina í Melbourne um 10 dagar, og siga at hann er ógvuliga góður. Hann er so mikið djúpur, at tað ikki skuldi komið nakar turbulensur frá botninum av, og hartil er vatnið ógvuliga bleytt. Gould er faktiskt ikki í iva um, at metið á 100 metrum hjá kvinnum rýkur.

Teldupostlistarnir klárir

Nú ber tað til hjá brúkarum her at melda seg til ella frá ein teldupostlista, sum ger tað lættari at senda teldupostar út til øll. Til dømis um man hevur onkur áhugaverd ella átroðkandi tíðindi, sum áhugaði burdu fingið at vitað um beinan veg.

Hackett lendi á búkinum

Avstralska svimjistjørnan Grant Hackett var heldur óheldigur, tá hann síðsta vikuskifti kappaðist í Melbourne. Hann gleið á skamlinum, og lendi tí pladask á búkinum. Men tað var ikki verri enn at hann vann teir 400 crawl, við eini 200 metra splitt-tíð á 1:51.60 og eini samlaðari (langbana-) tíð á 3:54.17.

Talan var lukkutíð bara um eina vanliga kapping, har hann skuldi testa seg áðrenn HM í sama býi um nakrar vikur. Hackett kundi sjálvur flenna at hendingini, og segði at tað var tí at hann brúkar track start og lítir so nógv á aftara fótin. Ein troyst var eisini at ein annar frá sama felag gjørdi sama stunt, við sama starti.

Ægir vann HS-stevnuna

Poula, Astrid, JónfríðStór svimjistevna var í Havn síðsta leygardag, har 95 gentur og 67 dreingir úr trimum teimum yngstu deildunum kappaðust um tilsamans 58 gullheiðursmerki. Hetta eru svimjarar føddir frá 1994 til 2000, og lat tað verða sagt, at sterkastu árgangssvimjarar finnast har norðuri runt Klaksvíkina.

Møguliga seinastu Oyggjaleikir hjá SSF

IGA logoÍ samrøðu í Útvarpi Føroya í gjár, nevndi formennirnir hjá Flogbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya møguleikan fyri at gevast við luttøku á Oyggjaleikum, hóast góð úrslit. Hetta serliga tí at luttøkukostnaðurin bara veksur, so at Flogbóltssambandið til dømis mátti gjalda 400.000 krónur fyri luttøku á Oyggjaleikunum í Hetlandi; hóast teir leikirnir kanska áttu at verið teir bíligastu, tá ið man hugsar um frástøðuna úr Føroyum.

svimjing.com á alnetið

Vælkomin til hesa nýggju føroysku heimasíðu um svimjing. Sum tað í løtuni stendur á forsíðuni, so er endamálið við heimasíðuni at gera tað lættari hjá føroyingum at frætta frá og samskifta um svimjing, í vón um at hetta kann styrkja um áhugan hjá fjølmiðlum og føroyingum sum heild fyri hesum frálíka ítrótti.

Bjóða út innihald