Endamálið við hesi heimasíðu er at gera tað lættari hjá føroyingum at frætta frá og samskifta um svimjing, í vón um at hetta kann styrkja um áhugan hjá fjølmiðlum og føroyingum sum heild fyri hesum frálíka ítrótti.

Úrslit frá Reysta-stevnuni 27. februar 2016

Her eru úrslitalistarnir frá svimjistevnuni í Leirvíkar skúla, leygardagin hin 27. februar 2016, sum svimjifelagið Reysti skipaði fyri, fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Untitled

Innbjóðing til masterskapping í Gundadali 12. mars 2016

Havnar Svimjifelag bjóðar í viðfestu innbjóðing til masterskapping í svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 12. mars 2016.

masters_hs_201403-15-27

Reysta-stevna 27. februar 2016

Svimjifelagið Reysti skipar nú leygardagin hin 27. februar 2016 fyri svimjistevnu fyri okkara yngstu aldursbólkar, í svimjihylinum í skúlanum í Leirvík. Sí viðfestu innbjóðing, og startlistarnar sum vórðu sendir út fyri løtu síðan.

Untitled

FINA stroymar beinleiðis frá havsvimjingini í Abu Dhabi

Dagur og Vika hin 23. februar 2016 um svimjihøll í Runavík

Brot úr tíðindasendingini Dagur og Vika hjá Kringvarpi Føroya hin 23. februar 2016, um ætlanirnar hjá Runavíkar Kommunu at byggja svimjihyl. Sí http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/02/23/20160223svimjihollirunaviki2020#.VszX81IwTdk

3-2 hjá KVF hin 22. februar 2016 um svimjigransking á iNOVA

Brot úr ítróttasendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya hin 22. februar 2016, um granskingarverkætlanina hjá Fróðskaparsetri Føroya, Københavns Universitet og Svimjisambandi Føroya, á Granskingarsetrinum iNOVA í Tórshavn. Sí http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/02/22/22021532svimjing#.VszWEVIwTdk

Jon Hestoy til Abu Dhabi at tryggja havsvimjing fyri FINA

Jon Hestoy er í hesum døgum á veg til Abu Dhabi í Sameindu Emirríkjunum, har hann sum umboð fyri altjóða svimjisambandið FINA skal tryggja at alt fer fram eftir reglunum, tá ið næsta stevna í røðini av 10 km open water world cup stevnum hjá FINA verður nú fríggjadagin hin 26. februar 2016. Lesið um stevnuna her á fina.org.

Abu Dhabi 2013

Image courtesy of Evo Flash, CC BY 2.0

Smæran skipað fyri svimjistevnu í Gundadali 17. februar 2016

Ítróttarfelagið Smæran skipaði í gjár fyri svimjistevnu í Svimjihøllini í Gundadali, fyri fólk ið bera brek. Kappast varð á 25 og 50 metra teinunum, har svimjararnir vóru býttir í roynd og minni roynd. Sí úrslit og myndir her á smaeran.fo

Fyrsta royndarumfar avgreitt á iNOVA

Svimjarar úr Havnar Svimjifelag og Ægir royndu í dag svimjiergometrið á iNOVA, sum liður í granskingarverkætlanini hjá Fróðskaparsetri Føroya og Københavns Universitet, at staðfesta um ein 3 min all-out test á hesum tóli er viðkomandi fyri svimjing.

Untitled

Úrslit frá Ægir-stevnuni 13. og 14. februar 2016

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Klaksvík nú leygardagin 13. og sunnudagin 14. februar 2016, sum Ægir skipaði fyri.

Untitled

Bjóða út innihald