Endamálið við hesi heimasíðu er at gera tað lættari hjá føroyingum at frætta frá og samskifta um svimjing, í vón um at hetta kann styrkja um áhugan hjá fjølmiðlum og føroyingum sum heild fyri hesum frálíka ítrótti.

Heiðursmerki og met á RIG 2016

Her er eitt yvirlit yvir heiðursmerki og met til føroyingar á Reykjavik International Games 2016. Saman um tikið vórðu eini 9 føroysk met og 14 føroysk juniormet sett á stevnuni, umframt at Sára R. Nysted setti stevnumet í 200 blandað. Í opna bólkinum vunnu føroysku svimjararnir eini 6 gullheiðursmerki, 9 silvur og 7 úr bronsu, meðan vit í yngra bólkinum vunnu 3 gull, 5 silvur og 5 bronsu. Og so vann Frans Johannesen 4 gull og 1 silvur.

Screen Shot 2016-01-24 at 16.07.41

Heiðursmerki og met eisini síðsta part av RIG 2016

Nú er svimjistevnan liðug á Reykjavík International Games 2016, og tað hevur verið eitt ball hjá føroyingunum líka frá byrjan til enda. Nú seinnapartin fingu vit eini trý nýggj føroysk met og trý nýggj føroysk juniormet afturat, umframt at svimjararnir sær enn fleiri heiðursmerki.

Screen Shot 2016-01-24 at 16.42.43

Róland 2:23.72, gull á RIG 2016 og juniormet

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag vann fyri løtu síðani gull í 200 metra bringusvimjing á Reykjavík International 2016, í stórum stíli við nýggjum føroyskum juniormeti á 2:23.72. Rókur Trygvason úr Ægir vann silvur við 2:31.42, og Hugin N. Lave og Rani Jacobsen úr Suðuroyar Svimjifelag vóru ávikavíst nr 6 og 8 við 2:39.32 og 2:58.52. Róland átti sjálvur juniormetið á 2:29.49, frá somu stevnu í fjør. Sí úrslitalistan her.

Sára 2:18.11 og føroyskt met í 200 rygg

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Reykjavík International 2016 vann silvur við tíðini 2:18.11. Sára átti sjálv føroyska metið á 2:19.29, frá HeimsMeistarastevnuni fyri Juniorar í Singapore í fjør. Sí úrslitalistan her

Róland 30.03, gull á RIG 2016 og føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á svimjistevnuni á Reykjavík International Games 2016 vann gull við 30.03. Hann átti sjálvur føroyska metið og juniormetið á 30.45, frá innleiðandi riðlunum fyrradagin. Sí úrslitalistan her

Untitled

Finalupláss, met og heiðursmerki aftur í morgun á RIG 2016

So er fjórði partur avgreiddur á Reykjavík International Games 2016, og føroyskir svimjarar hava aftur vunnið heiðursmerki, sett met og svomið seg í finalurnar seinnapartin.

Untitled

Sára 2:33.76 og føroyskt met í 200 firvald

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg fyri løtu síðani til stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á Reykjavík International Games 2016 svam teinin uppá 2:33.76.

20150419DSC05157

Status áðrenn síðsta dag á RIG 2016

Ein skjót upplisting av metum og heiðursmerkjum til nú hjá føroysku svimjarunum á Reykjavík International Games 2016.

Tað sær út til at føroyingarnir til nú hava sett 1 stevnumet á RIG, 5 føroysk met og 9 føroysk juniormet. Hartil hava vit í opnu kappingini vunnið 4 gull, 5 silvur og 2 bronsur. Og í yngra bólkinum hava vit til nú vunnið 2 gull, 2 silvur og 5 bronsur. Tilsamans 20 heiðursmerki.

Og hartil hevur Frans Johannesen vunnið 3 gull.

RIG 2016 Gentur 100 rygg

Medaljuregn í Reykjavík

So er fyrsti veruligi finalupartur avgreiddur á Reykjavík International Games 2016, og føroysku svimjararnir hava fingið bæði í posa og sekk. Sára setti føroyskt met og juniormet í 200 blandað og 200 frí, og Signhild føroyskt met og juniormet í 100 rygg, umframt at Róland setti juniormet í 100 bringu. Og her vóru nógv heiðursmerki.

RIG 2016 kvinnur 200 frí

Signhild 1:05.60 og føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Reykjavík International Games 2016 vann bronsu við 1:05.60, aftanfyri bara OL-luttakararnar báðar Mie Ø. Nielsen úr Danmark og Eygló Ósk Gústafsdóttir úr Íslandi. Birita Debes átti føroyska metið á 1:05.64, frá HeimsMeistarastevnuni í Barcelona í 2013, meðan Sára R. Nysted átti juniormetið á 1:06.39 frá innleiðandi riðlunum í morgun. Sí úrslitalistan her.

Screen Shot 2016-01-23 at 17.10.27

Bjóða út innihald